fló.fo

KT-menning // Ráðgeving // Framleiðsla av Skjalasavnsútgávum

Skopun
Web app til tímaregistrering og faktura-generering til pdf. Eg nýti sjálvur hesa app í mínum dagliga starvi sum ráðgevi. Eg bygdi hana, tí har er eingin app sum ger akkurát hettar á føroyska marknaðinum. Harútyvir eri eg eisini ov gírigur til at gjalda onkra fyritøku eitt mánaðarligt gjald fyri hettar. Hendan prototypan koyrir bert í browsaranum uttan nakran backend, so allar dátur verða strikaðar hvønn 10. minutt. Annars, í tí versiónini eg nýti, er ein backend API tilknýtt ein VPS sum reverse proxyar kall gjøgnum Caddy til mín heimaservara har ein SQLite dátugrunnur tekur ímóti øllum CRUD operatiónum. Hendan versiónin er sjálvandi IP Whitelista, so tú kanst ikki nýta hana ;-)
Updated 2026-08-13 21:00:19 +01:00
Updated 2026-08-13 20:53:34 +01:00
Updated 2026-08-13 20:02:36 +01:00
Updated 2026-08-12 21:53:05 +01:00
Updated 2026-08-12 11:28:39 +01:00
Updated 2026-08-12 11:27:40 +01:00
Updated 2026-08-12 11:26:39 +01:00
Updated 2026-08-12 11:25:02 +01:00
Eg havi leingi viljað gjørt eina verkætlan, ið stroymir hendingar úr einum dátugrunni til ein event-consumer. Altso við tí, ein kallar CDC (Change Data Capture), har broytingar verða tiknar úr transaktiónsloggi ella replication-mekanismuni hjá dátugrunninum og sendar víðari til ein consumer. CDC/log-based replication byggir á, at dátugrunnurin longu skrásetir broytingar fyri at kunna gera recovery og replication. Í PostgreSQL er hetta t.d. WAL og logical replication/logical decoding, í MariaDB/MySQL er tað binlog, og í SQL Server finst CDC sum ein innbygd skipan. Hesir mekanismir kunnu fanga INSERT, UPDATE og DELETE í talvum, og tí er hetta ein effektivur máti at stroyma broytingar úr einum dátugrunni, uttan at forritið sjálvt skal senda eyka eventir. Eg haldi, at Debezium er ein av fremstu loysnunum, tá tað snýr seg um at stroyma dátur millum ein dátugrunn og ein consumer, so sum Apache Kafka ella NATS. Debezium kann lesa broytingar úr dátugrunninum og senda tær víðari sum events við metadata. Tað er skrivað í Java og er lætt at deploya sum ein container á einum Linux-servara.
Updated 2026-08-12 11:21:48 +01:00
Updated 2026-08-12 11:19:51 +01:00
Web API til at heinta dátur frá backend, skrivað í Go. Hettar er eitt tonkt dømi um skráseting av ágangi til eitt API endpoint, bæði sum registreringstól og til seinni greining. Verður deploya sum bert 1 binary uttan nakrar dependencies ella runtime environment. Allur front end er embeddaður í binary. Verkætlanin brúkar bert Go standard library, onga eksterna dependency.
Updated 2026-08-12 11:16:01 +01:00

Members 1